FK tíðindi, Tíðindi
Tú kanst fáa samlimerkir til og við 23. februar 2019
Til og við 23. februar 2019 fært tú eitt samlimerki til búnýti frá Spiegelau fyri hvørjar 50 kr, ið tú keypir fyri í tínum FK handli. Savna 25 merkir og tú kanst keypa eina av vørunum. Fríggjadagin 8. mars er seinasti møguleiki at keypa fyri samlimerkini. Er vøran ikki á goymslu, verður hon bíløgd.
TREYTIR
Samlimerkir og samliheftir kunnu ikki verða býtt um við reiðan pening, og tey hava einki áljóðandi virði. Eingin avmarking er á nøgdini á samliheftum. Tú kanst samla merkir til so nógvar vørur, sum tú hevur hug til.
Tilboðið er einans galdandi í omanfyrinevnda tíðarskeiði. Samliheftir, sum eru heilt ella lutvíst fylt, eru til eina og hvørja tíð ábyrgd viðskiftafólksins. FK ábyrgist ikki, um eitt samlihefti verður burtur ella oyðilegst.
Samliheftir ella samlimerkir, sum eru broytt, ólesilig, skadd ella ikki hava 15 merkir, verða ikki góðtikin.
Merkini verða einans útflýggjað, tá ið keypt verður við kassan. Fyrivarni verður tikið fyri útseldari vøru. Hetta átak er einans galdandi fyri handlarnar hjá FK, og tú skalt vera limur í FK fyri at kunna innloysa samliheftir. FK hevur rætt til at avlýsa hetta átak, um viðurskiti koma í, sum skuldu gjørt tað neyðugt.
Vørur verða einans tiknar aftur, um kassakvittan verður víst og kann verða umbýtt við aðra vøru. Verður endurgjald kravt fyri vøruna, tekur FK fyrivarni fyri, at vøran hevur verið rætt nýtt.
Comments are closed