FK tíðindi, Tíðindi, Uppskriftir
Soleiðis steikir tú jóladunnuna
Hvørji jól fylgir Bo Møller, marknaðarleiðari í FK, trúfast hesi upp skriftini, tá hann steikir dunnu. Tað hevur hann gjørt síðani FK í áttatiárunum seldi eina røð av kókibók lingum. Uppskriftin er úr bóklinginum “Jul fra Brugsen”.
Vit endurgeva her hesa nostalgisku og einføldu uppskriftina.
Dunna til fýra fólk
- 1 dunna, uml. 2800 gr
- 1,5 tsk. av salti
- 2 súrlig súrepli, flust og skorin í bátar
- uml. 100 gr. av sviskum uttan steinar
Steikitíð
- Dunna, 3000 gr., 2 t. 15 m. – 2 t. 45 m.
Sós
- Veingir, hálsur, krás og hjarta 0,75 l. av vatni
- 1 kvist av timian
- 1 leyk
- 1 tsk. av salti 4 piparkorn
- 12 tsk. av maizena mjøli salt, pipar og kulør eftir tørvi
Tilhoyr
- Hvít epli
- brúnkað epli
- reyðkál
- súltutoy
Soleiðis gert tú
Turka dunnuna innan og uttan. Klipp uttastu veingjarbroddarnar og eitt sindur av skinninum á hálsinum av og legg til síðis. Fest restina av hálsinum og veingjunum á ryggin við kjøtpinnum.
Gníggja dunnuna við salti og fyll hana við súreplum, sviskum og livur í terningum, sum tær nú dámar.
Lat dunnuna aftur við kjøtpinnum og legg hana við rygginum upp í steikiskuffu.
Steik hana í umleið hálvan tíma við 160 stigum.
Kóka ímeðan grundina til sósina. Kóka spakuliga í umleið ein hálvan tíma veingjarbroddar, háls, hjarta og krásina í vatni við timian, leyki, salti og piparkornum til suppu. Síla fylluna í suppuni frá og set suppuna til síðis.
Vend dunnuni og solda ovasta feittið, sum er smeltað av dunnuni, frá. Stoyt suppuna í steikiskuffuna og steik dunnuna lidna við 160 stigum alt eftir, hvussu nógv hon vigar.
Stoyt síðani soðið av skuffuni og skúma feittið frá. Til seinast skal dunnan steikjast í umleið 10 minuttir við 225 stigum, so hon verður brún og gylt.
Javna soðið við maizena og smakka til við salti og pipari. Rør kulør í eftir egnum tykki.
Comments are closed