FK tíðindi, Tíðindi, Vistfrøði
Føroyska matmanifestið
Saman um betri mat
Vit í FK halda, at tíðin er búgvin til at orða eitt føroyskt matmanifest, hvørs endamál er at økja vitanina um húsarhaldsvørur, góðar matupplivingar og heilsugóðan mat.
Vit vilja hava tann góða smakkin aftur í hásætið. Matur og máltíðir økja um felagsskapin, samveru og nærveru. FK er ein av fremstu veitarum av bíligum vistfrøðiligum vørum. Hetta vilja vit gera vart við.
Matur skal smakka væl, eisini tá tað snýr seg um, hvussu hesar vørur eru framleiddar. Í framtíðini fer kundin í FK at síggja, hvar vøran er framleidd upprunaliga. Vit vilja raðfesta og marknaðarføra føroyskar rávørur og vilja loyva lokalum matvøruframleiðarum fram at okkara hillum.
Vit vilja sostatt leggja áherðslu á tiltøk innan hesi øki:
- Góður smakkur
- Heilsugóður matur
- Góðar matupplivingar
- Vit vilja vita, hvat vit eta!
- Øll skulu hava ráð til vistfrøði
- Lokalar vørur á hillunum í FK-handlunum
Leave a reply
Du skal være logget ind for at skrive en kommentar.