änglamark, Tíðindi
Hágóðsku vørur frá Änglamark
Tá tú keypir Änglamark, fært tú tær eina hágóðsku vøru, uttan óneyðug kemisk og skaðilig evni. Allar matvørurnar eru vistfrøðiligar. Aðrar Änglamark vørur eru bæði umhvørvis- og ovurviðkvæmisvinarligar. Vøruúrvalið er breitt og fevnir um alt líka frá vaskipulvuri til tomatir, frá smábarnamati til køksrullur. Tað eru yvir 600 vørur í Änglamark-røðini, so tað er lætt at gera hesar vørur til ein náttúrligan part av tínum gerandisdegi.
Soleiðis eru Änglamark vørurnar merktar:
Allar vørur, ið eru merktar við Änglamark, fylgja eini røð av serligum krøvum. Tí eru tær umframt Änglamark merktar soleiðis:
– Allar matvørur eru vistfrøðiligar. Vørurnar eru antin merktar við tí reyða Ø´num ella vistfrøðimerkinum hjá EU.
– Húsarhalds- og røktarvørurnar eru merktar við tí bláa ringinum hjá Svanen og/ella Astma- og Allergiforeningen. Einstakar vørur eru ikki umfataðar av treytunum hjá Svanen.
Evnini í vørunum eru nágreiniliga vald við umhugsni fyri umhvørvi og heilsu, og vørurnar eru altíð merktar við bláa kransinum hjá Astma- og Allergiforeningen.
-Vørur úr træi eru merktar við FSC.
-Klædnavørur eru framleiddar úr 100% vistfrøðiligari bummull og er merktar við Svanen.
Sí meira um treytir og góðskueftirlit her: https://om.coop.dk/vores+varer/kvalitetssikring.aspx
Comments are closed