Tíðindi
Meira enn annað hvørt húski er limur
Á aðalfundinum hjá FK leygardagin, kom fram at limatalið er farið uppum 10.000 limir, hetta merkir, at meira enn annað hvørt húskið í Føroyum er limur.
Síðan FK á heysti 2015 umskipaði sína limaskipan við FK kortinum, hevur støðugt lagst afturat av limum.
Føroya Keypssamtøka er sostatt millum størstu limafelagsskapir í Føroyum. E
ndamál keypssamtøkunar er at útvega limunum í felag og undir so góðum treytum sum gjørligt góðar og óspiltar vørur, og á annan hátt gagna áhugamálum brúkaranna.
Á aðalfundinum fegnaðist stjórnin um, at FK hevur so stóra undirtøku millum føroyingar.
Comments are closed