Tíðindi, Uppskriftir
Moyrt lambstjógv í sitrus við spinatrómasós
Tilfar
- Eitt lambstjógv
- Eitt sindur av olivinolju
- Salt
- Pipar
- 1 dl. av havtyrni/appilsinsaft
- Ein neva av rósmarin
Sós
- 3 dl. av róma
- 1 dl. av havtyrni/appilsinsaft
- 2 nevar av frískum rósmarin
- 1 posa av C-salati (grønmeti í álum)
- 2 nevar av spinati
- 1 sitrón
Soleiðis gert tú
Sker rivur í feittið á tjónum, krydda við salti og pipari og koyr eitt sindur av olivinolju á.
Legg tjógvið í eldfast fat og lat havtyrni/appilsinsaft omaná.
Set ovnin á 150 stig og steik í umleið 3 tímar og 30 minuttir. Alt eftir, hvussu tú vilt hava tjógvið stokt, brúka so eitt termometur at halda eyga við kjarnuhitanum. Skal kjøtið vera ljósareytt skal kjarnuhitin vera 62–65 stig, ynskist tað meira stokt 65–68 stig og gjøgnumstokt skal kjarnuhitin vera 70–72 stig.
Tak stokta tjógvið úr ovninum og krydda aftur við salti, pipari og nú eisini frískum rósmarin.
Sós
Tú gert sósina tá umleið hálvur tími er eftir til tjógvið er stokt. Stoyt róma og havtyrni/appilsinsaft á pannuna og lat kóka við miðalhita.
Koyr nú frískt rósmarin, grønmetisálir, spinat, sitrónsaft og eitt sindur av salti og pipari í sósina. Rør nú væl saman og kóka við miðalhita meðan sósin tjúknar.
Borðreið við góðum breyði afturvið.
Comments are closed