Tíðindi
Nýggjur deildarstjóri í Miðvági
Tórður á Presttrøðni er settur sum deildarstjóri í FK í Miðvági, og byrjaði í starvinum 1. mars.
Tórður er 31-ára gamal, og býr í Miðvági saman við unnustuni og dóttur teirra. Hann er útlærdur í FK í Miðvági, og hevur starvast har í fleiri ár. Síðstu árini hevur hann starvast sum sølumaður í timburhandli, men kemur nú aftur á gamlar gøtur.
Vit eru sera fegin um at hava fingið Tórð aftur í okkara toymi, og ynskja honum vælkomnum aftur.
Comments are closed