Tíðindi
PFAS evni staðfest í vistfrøðiligum eggum
PFAS evni staðfest í vistfrøðiligum eggum
Í vikuni bórust tíðindi um at kemisku evnini PFAS vóru staðfest í vistfrøðiligum eggum. Vit í Føroya Keypssamtøku, gjørdu beinan vegin vart við okkum hjá Coop Danmark, har tey longu høvdu sett tiltøk í verk.
Í Coop hava tey leingi verið tilvitaði um PFAS. Longu í 2014 bannaðu tey, sum tey fyrstu í heiminum, PFAS í pappíri og papp pakkitilfari. Seinni er ein røð av vørum tikin av hyllunum, tí tað varð staðfest, at vørurnar høvdu PFAS í sær.
Eitt sindur um PFAS í vistfrøðiligum eggum
DTU Fødevareinstituttet og Fødevarestyrelsen í Danmark hava júst almannakunngjørt eina kanning, ið vísir størri nøgdir av PFAS í vistfrøðiligum eggum.
PFAS er ein bólkur av kemiskum evnum, ið verða sett í samband við lækkaða immunverju, summi sløg av krabbameini og livraskaðar.
Evnini eru sannlíkt rokkin høsnum og eggum gjøgnum fiskamjølið, ið verður brúkt til fóður til vistfrøðilig eggvirki og høsnahald. PFAS hópar seg upp í umhvørvinum og kann tí eisini ferðast gjøgnum føðiketuna – frá fiski til fiskamjøl, ið verður brúkt til høsnafóður, gjøgnum hønuna til eggið, ið verður etið av menniskjum.
Er PFAS í vistfrøðiligu eggunum hjá Coop?
Vit hava ikki kunnleika til, at stórar nøgdir av PFAS eru funnar hjá teimum teimum veitarum, ið lata egg til Coop Danmark. Fóðurvirkini, ið veita fóður til vistfrøðilig høsn, steðgaðu í stundini við at brúka fiskamjøl í fóðurblandunum, so skjótt tíðindini bórust. Tað eru vit sera fegin um.
Er tað vandamikið at eta egg?
Nei, tað er tað ikki. Vit hella okkum alla tíðina upp at ráðum frá Fødevarestyrelsen og teirra útsagnum um ikki at nýtast at óttast. Sambært Fødevarestyrelsen, nýtast vit ikki at koyra burtur vistfrøðilig egg, sjálvt um tað er vandi fyri at tey innihalda PFAS. Um vit eta fjølbroyttan kost, fáa vit ikki ov nógv PFAS úr eggum.
Um fáar vikur verður einki PFAS í eggum, tí framleiðarar hava tikið avgerð um at taka burtur tann partin av fóðurinum, ið mest sannlíkt er orsøk til PFAS dálkingina. Tað er sostatt ikki tað einstaka eggið, ið ger munin, men tann samlaða nøgdin av PFAS, ið vit yvir longri tíð, fáa í okkum.
Vit hava álit á, at veitarar beinan vegin taka nýggju vitanina til eftirtektar og lata ivan koma brúkarunum til góðar.
Kann eg geva børnum vistfrøðilig egg?
Fødevarestyrelsen metir ikki, at tað er váðaverk at geva børnum vistfrøðilig egg. Tað er ikki tað einstaka eggið, ið ger munin, men tann samlaða nøgdin av PFAS, ið vit yvir longri tíð, fáa í okkum. Tá fóðursamansetingin varð broytt beinan vegin, evnini vóru staðfest, skuldi eingin vandi verið við at eta egg framyvir.
Hvat verður so nýtt í staðin fyri fiskamjøl?
Fiskamjølið er heilt tikið burtur úr fóðurinum og í staðin verða størri nøgdir av soja, raps og sólkjarnum, sum longu framman undan vóru í fóðurinum, brúkt í staðin.
Hvat meinar Coop um PFAS?
Í Coop hava vit leingi verið tilvitaði um PFAS. Longu í 2014 bannaðu vit, sum tey fyrstu í heiminum, PFAS í pappíri og papp pakkitilfari. Síðan hava vit bannað evnini m.a. í klædnavørum, yvirklæðum, skóm, tanntrái og fríðkanarevnum. Tíverri vísir, júst hetta málið, at dálking við PFAS er ein vaksandi, alheims trupulleiki og at vit í dag kunnu koma fyri PFAS dálking gjøgnum matvørur. Í Coop hava vit í fleiri ár lagt trýst á politikkarar, bæði í Danmark og EU, fyri at fáa evnini bannaði.
Comments are closed