Tíðindi
Reingerðarfólk til FK í miðbýnum
FK í miðbýnum í Havn sóknast eftir røskum vaskifólki at byrja skjótast gjørligt, ella eftir nærri avtalu.
Starvið fevnir um at reingerð í handlinum, matarhølinum og skrivstovunum.
Arbeiðstíðin er 10-12 tímar um vikuna.
Arbeitt verður eftir at handilin er stong dur og reingerðin tekur umleið 3 tímar hvønn dag. Saman við verandi vaskifólki verður avtalað, hvørjar tíðir hvør vaskar.
Lønin er sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag.
Nærri fæst at vita við at venda sær til Áka Jespersen, tlf. 210648.
Hevur hetta tín áhuga, so send okkum umsókn skjótast gjørligt, og í seinasta lagi hósdagin 7. juli 2022 til aj@fk.fo ella við posti til:
Føroya Keypssamtøka
Dr. Jacobsensgøta 4
Postsmoga 349
FO – 110 Tórshavn
Att: Áki Jespersen
Comments are closed