Tíðindi, Uppskriftir
Reyðróta-ingifer kaka við skyr-glasing
1 tíma og 30 minuttir
Ein leskilig kaka fylt við søtleika, og smakki av leim og ingifer. Hóskar væl til ein kopp av heitum kaffi ella te, á einum køldum degi.
Til 8 persónar
Tilfar
- 350 g av reyðrótum
- 5 cm av feskum ingifer
- 100 g av heslinøtum
- 250 g av bleytum smøri
- 250 g av rørsukuri
- 4 stk egg
- 200 g av speltmjøli
- 1 knsp. av vaniljupulvuri
- 1 tsk. av bakipulvuri
- 3 stk vistfrøðiligar leim
- Skyr
- 6 spsk. av florsukuri
Set ovnin á 180 stig.
Flys reyðrøturnar og ríva tær groft á einum rívijarni.
Ríva ingifer so smátt sum gjørligt.
Blanda ingifer, reyðrøtur og saft av tveimum leimfruktum, og set til síðis.
Hakka heslinøturnar GROFT.
Píska smør og rørsukur saman, so tað gerst lætt og bleytt. Lat eitt egg í ísenn, og píska til tað gerst eitt luftkend deiggj. Lat síðani vaniljupulvur, bakipulvur og speltmjøl í, og rør tað saman við deigginum.
Vend (ikki píska) reyðrótum, ingifer, leimsaft og nøtur í deigginum. Koyr í ein springform, og baka í 60 minuttir.
Rør skyr, florsukur og saft frá einari leim saman, og borðreið við kreminum omaná kakuni. Pynta við rivnum leimskali.
Vælgagnist
Comments are closed