Tíðindi
Samla merkir til SMEG
Mánadagin 17. oktober byrjar nýtt merkjaátak, har tú kanst samla merkir til køksbúna frá SMEG.
VÆLKOMIN TIL SMEG HEIMIN
Ein heimur, har skapanarevni, tøkni, nýhugsan og vakurt italskt snið ganga upp í eina hægri eind. SMEG er ein italsk familjufyritøka, sum er víðagitin fyri síni stílfullu køkstól, ið eru sniðgivin til at vera hjartað í heiminum. Tað mest kenda SMEG sniðið er helst retro kuldaskápið, eitt ikoniskt “must have” og hevur verið ímyndin av SMEG, síðan tað kom á marknaðin í 1997.
Í hesum umfari bjóða vit eina fyrsta floks røð úr góðskutilfari sum eitt nú akasitræi og týskum rustfríum stáli. Tað ergonomiska skaftið liggur væl í hondini og ger amboðini til eina fragd at arbeiða við, tá tú fæst við matgerð. Vakri knívablokkurin prýðir um í køkinum. Blaða í heftinum um hvussu tú kanst lyfta matgerðina upp í nýggjar hæddir.
Frá 17. oktober 2022 til og við 13. februar 2023 fært tú, sum limur í FK, eitt samlimerki fyri hvørjar 50 kr., tú keypir fyri í Føroya Keypssamtøku. Ert tú ikki longu limur, kanst tú lesa meira um tað HER.
Comments are closed