FK tíðindi, Tíðindi
Starvsfólk til handilin í Fuglafirði
Vit leita eftir einum røskum og fyrikomandi fólki til handilin í Fuglafirði
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir í handli, men vit læra teg upp. Vit vænta av tær, at tú ert røkin, fyrikomandi, álítandi og dugir væl at samskifta við kundan.
Talan er um fulltíðarstarv – 40 tímar um vikuna – ella eftir avtalu.
Lønin er sambært sáttmála við Samverk. Starvið ynskist sett skjótast gjørligt.
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at støkka inn á gólvið og práta við Hansinu Abrahamsen, deildarleiðara. Til ber eisini at senda ein teldupost til ha@fk.fo ella ringja á tlf. 217095.
Umsóknir skulu sendast til Hansinu Abrahamsen, ha@fk.fo, og vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 8. august 2025.
Comments are closed


