Tíðindi
Stjórnin í FK afturvald
Føroya Keypssamtøka hevði regluliga aðalfundin leygardagin 17. apríl 2021.
Á fundinum møttu limanevndirnar úr teimum ymisku limafeløgunum umframt stjóri og deildarstjórar.
Fundurin var skipaður eftir ásetingum í viðtøkunum, og legði formaðurin fram frágreiðing frá stjórnini fyri farna árið. Stjórin legði fram roknskapin og hevði Keypssamtøkan eitt avlop fyri 2020.
Stjórnin var afturvald og heldur Jákup Danielsen fram sum formaður og Tummas Lauritsen sum næstformaður.
Broytingarnar í limanevndunum eru hesar:
Klaksvík: Josef Jacobsen er nýggjur í limanevndini, og kemur inn fyri Astrid Svøðstein. Formaður er Jóannis D. Sivertsen.
Vágum: Jens Pauli á Høgabóli er komin inn og Johanna Næs er farin úr. Nikolina Ravnsfjall er nýggjur tiltakslimur.
Comments are closed