FK tíðindi, Tíðindi
FK ynskir Hansinu Abrahamsen hjartaliga til lukku við 40 ára starvsdegnum
Eg elski mítt arbeiðspláss, soleiðis sigur Hansina Abrahamsen í morgunsendingini hjá KVF tann 1. mai, tá hon hevði 40 ára starvsdag í Keypsamtøkuni í Fuglafirði.
Fyri 40 árum síðan fekk Hansina bjóðað arbeiðið í Keypsamtøkuni í Fuglafirði. Ikki hugsaði hon tá, at hetta fór at verða hennara lívsstarv.
Nógv er broytt seinastu 40 árini, sigur Hansina. Hoyr samrøðuna sum Hansina hevði við Morgunsendingina her http://kvf.fo/gmf?sid=80509.
Vit eru takksom fyri tey 40 árini Hansina hevur starvast hjá okkum.
Mynd: kvf.
Comments are closed