Tíðindi, Uppskriftir
Trý góð ráð tá tú bakar bollar
Heimabakaðir bollar eru sjálvsagdir til nógv høvi sum t.d. føðingardagar og í hugnaligar løtur í gerandisdegnum. Bestu bollarnir eru lættir og bleytir.
Her eru trý ráð, sum veruliga gera allan munin.
1. Ver pírin við mjølinum
Brúka ikki ov nógv mjøl. Lat eitt sindur av mjøli í í senn. Tað kann vera nokk so irriterandi við kleiggjutum deiggi, men soleiðis verður deiggið best.
Koyrir tú meira og meira mjøl í deiggið fyri at fáa tað av fingrunum og harafturat koyrir mjøl á borðið fyri at fáa tað at leyst har eisini, so kann tað verða skjótt, at deiggið verður turt og keðiligt.
Sjálvt um uppskriftin sigur, tú skalt brúka meira mjøl í deiggið, so eru okkara royndir, at klistrar deiggið millum fingrarnar, so verða bollarnir betri, enn við deiggi, sum ikki klistrar.
2. Ger tær ómak tá tú eltir
Hevur tú leitað eftir góðum ráðum í bókum og á netinum ella triksum til at elta deiggj sært tú skjótt, at hetta er ein vísindi í fyri seg. Og tá tú ikki ert professionellur bakari, hevur tú bert tørv á hesi einføldu frágreiðingini.
Stutt sagt er tað so, at tá tú eltir deiggið, skapar tú eitt net av gluten. Hetta netið heldur fast í luftini frá tá deiggið gongur og seinni bakar. Tí fært tú lættar og bleytar bollar, tá tú gert tær ómak og eltir væl.
Tú kanst elta bæði við rørimaskinu og við hondunum. Tú sært at deiggið er liðugt gingið, tá tað er slætt og blankt. Tá er tað blivið slætt, og alt tilfarið hevur deilt seg út til ein samlaðan massa. Eisini skal deiggið kennast bleytt og lætt millum fingrarnar.
Eyka ráð so tú sært, nær deiggið er nóg væl elt
Ert tú í iva, kanst tú taka eitt petti av deigginum frá og hála tað sundur, so tað verður heilt tunt. Um hetta ber til, uttan at deiggið slitnar ella hol kemur í, so hevur tú elt deiggið nóg væl. Um tað slitnar ella hol koma í, skalt tú elta meira.
3. Forma bollarnar við kærleika
Fleiri eru tey, sum forma bollarnar við at rulla teir millum hendurnar. Men hetta eigur tú at vera varin við, tí bollarnir hava tørv á meira kærleika og nærlagni enn so.
Fyri tað fyrsta eigur tú at vera varin, tá tú formar bollarnar. Tá tú gjørdi tær ómak at elta bollarnar, skapti tú eitt glutennet og luft og deigginum. Fyri at harða og grundiga eltiarbeiðið ikki skal fara fyri skeyti, skalt tú forma bollarnar varisliga.
Vilt tú hava lættar og luftigar bollar, er tað týdningarmikið at vætan verður inni í bollanum meðan teir baka. Tí skulu teir formast varisliga, so teir ikki sprekka og luftin sleppur út inni í ovninum.
Tak eitt sindur av deiggi nóg mikið til ein bolla, hála sundur í ein fýrkant og legg hornini inn undir bollanum, so hann fær eina stramma og slætta yvirflatu. Kroyst samlingina av hornunum væl saman undir bollan og legg hann á bakiplátuna við samlingini niður.
Fekst tú hug at baka bollar?
Tú kanst leita í savninum hjá Coop, har eitt ótal av uppskriftum eru at finna.
Comments are closed