FK tíðindi, Tíðindi, Uppskriftir
Dunnubringa við grønmeti og rómasalati
Til tvey fólk
- 2 dunnubringur
- 2 leykir
- 1/2 reyðkál
- roykt salt
- 2 grønkálsbløð
- 2 dl. súreplaløg
- 2 spsk. súreplaedik
- 1 dl. oksabót
- 1 súrepli
- 1 dl. róma
- 1 neva timian
Rómasalat
- 1 reyðkálsblað
- 10 víndrúvur
- 2 stríputar reyðrøtur
- 4 spsk. róma
- 2 spsk. sinnop
- 1 sitrón
Tekur 40 minuttir at gera
Soleiðis gert tú
Sker rivur í skinnið á dunnubringunum. Steik á pannu við skinninum niður. Vend dunnubringuni, tá skinnið er brúnkað, soleiðis at báðar síður verða stoknar. Steik í uml. 10 minuttir.
Sker leykir og reyðkál í helvt. Koyr ikki skalið av leykunum. Steik leykir, reyðkál og smátt skorið grønkál saman við dunnubringunum. Krydda við royktum salti.
Rómasalat
Sker reyðkálið smátt og vend tí saman við víndrúvum, róma, sinnopi, flísum av stríputu reyðrótunum og saft av sitrónini.
Tak grønmetið av pannuni, tá tað er stokt og hevur fingið gylta skorpu.
Tá 5 minuttir eru eftir av steikitíðini, lat súreplaløg, súreplaedik, oksabót, róma, súreplastykkir og frískt timian á pannuna. Gev dunnubringunum eitt uppkók.
Sker dunnubringurnar í flísar og borðreið við stokta grønmetinum, rómasalatinum og rómasósini av pannuni.
Comments are closed