Tíðindi
Vøkstur um alt landið
Hóast hørðu kappingina á matvøruøkinum, hevur Føroya Keypssamtøka megnað at økt um søluna í øllum handlunum kring alt landið.
Á aðalfundinum hjá Føroya Keypssamtøku 29. apríl 2017 varð grannskoðaður ársroknskapur lagdur fram og samtyktur.
Nettosølan í 2016 ímun til 2015 er økt við sløkum 9%.
Úrslitið áðrenn rentur og skatt er 9,8 mió.kr. og endaliga úrslitið fyri 2016 gjørdist 7,3 mió.kr.
Eginpeningurin vaks við 19,5% og er nú 44,5 mió.kr.
Úrslitið í 2017 er besta úrslitið hjá Føroya Keypssamtøku nakrantíð.
Stjórn og leiðsla fegnast um ta góðu undirtøkuna Keypssamtøkan hevur fingið frá limum og viðskiftafólki annars og fara vit framhaldandi at arbeiða fyri at limir og viðskiftafólk fáa bestu vørurnar fyri so lágan prís sum gjørligt, samstundis sum vit vilja veita bestu tænastuna.
Somleiðis fegnast stjórn og leiðsla um, at Føroya Keypssamtøka hevur ein góðan og støðugan starvsfólkahóp, sum veitir limunum og viðskiftafólkunum, eina góða tænastu. Umroknað til fulltíðarstørv starvaðust 124 starvsfólk hjá Føroya Keypssamtøku.
Comments are closed