Tíðindi, Uppskriftir
Vokkrættur við malnum kjøti og brokkoli
Tað er bæði sunt, lætt og skjótt at taka vokkina fram og gera ein lekran vokkrætt við íblástri úr asiatiska køkinum. Rætturin kann gerast við øllum sløgum av malnum kjøti.
Kili, leim, sukur og soya geva eina góða javnvág millum tað sterka, súra, søta og salta. Hetta er ein leskilig uppskrift, ið má roynast.
Tilfar
- 6 várleykir
- 500 g av brokkoli
- 400 g av malnum oksa-, svína- ella høsnarungakjøti. Í mesta lagi 10% feitt
- 1 tsk. av olju
- 2 spsk. av leim- ella sitrónsaft
- 2 tsk. av sukri
- 4 spsk. av soya
- 1 tsk. av sambal oelek ella frískum, reyðum kili
- 300 g av fullkorns eggnudlum
- 40 g av ósaltaðum kasjúnøtum ella mandlum (2 spsk.)
Soleiðis gert tú
Sker váleykirnar
Sker brokkoli í smá tyssi. Leggurin skal skerast í terningar
Brúnka várleykirnar í olju á pannuni. Lat kjøtið í og brúnka tað. Koyr síðan brokkoli í og lat tað steikja í 3-4 minuttir. Til seinast koyrir tú leimsaft, sukur, soya og sambal oelek í. Lat kóka í 2 minuttir
Kóka nudlurnar eftir leiðbeiningini, uttan salt. Stoyt vatnið frá, og blanda nudlurnar saman við restini av rættinum
Brúnka kasjúnøturnar á turrari pannu, og stroy á rættin
Vælgagnist.
Um tær ikki dámar sterkan mat, kanst tú lata vera við at brúka sambal oelek ella kili. Men hetta riggar sera væl saman við restini av tilfarinum.
Minst til, at vokkin skal vera heit, tá tilfarið verður steikt. Vit brúka olju ístaðin fyri smør, tí oljan tolir meira hita enn smørið.
Comments are closed