COOP, FK tíðindi, Tíðindi, Vørumerkir
Vørurnar við Coop-merkinum
Coop Trading er størsti innkeypsfelagsskapur í Norðurlondum. Høvuðssætið er í Danmark, og deildir eru m.a. í Kina, Indonesia, Vietnam, India og Spania. Eigarar eru Coop Danmark, Coop Norge og finska Inex/SOK.
Virksemið og samstarvið hjá Coop Trading tvørtur um landamørk tryggjar kundunum dygdarvørur fyri kappingarførar prísir, bæði tá ið talan er um merkjavørur og tá talan er um egnu merkini hjá Coop.
Málið við egnari Coop-merking á vørunum er at kunna bjóða kundunum vørur, har Coop Trading hevur sett serlig krøv um góðsku, umframt at krøv verða sett veitarunum. Hetta er samstundis tilboð til kundarnar, at teir kunnu fáa somu – ella betri – góðsku, sum kendar merkjavørur kunnu bjóða, men fyri lægri prís.
Coop hevur serligt eftirlit við at bæði dygd og mannagongdir í sambandi við framleiðslu lúka allar fyriskrivaða treytir, bæði tá ið talan er um matvørueftirlit, dygd, umhvørvi og etisk viðurskifti.
Leave a reply
Du skal være logget ind for at skrive en kommentar.