Tíðindi, Uncategorized
coop.dk letur aftur
Í sambandi við, at Coop í næstum letur nethandilin coop.dk aftur, er 31. oktober síðsta freist at bíleggja vøru heim gjøgnum FK.
Niðanfyri svara vit nøkrum av mest spurdu spurningum í sambandi við afturlatingina.
Kann eg lata vøruna aftur, eftir at coop.dk er latið aftur?
Ja, hóast coop.dk letur aftur, kanst tú nýta tín afturberingarrætt á 30 dagar eftir, at tú hevur fingið vøruna, við at venda tær til tín FK handil.
Hvat merkir afturlatingin av Coop.dk fyri mína klagurætt?
Tú hevur framvegis fullan klagurætt fyri vørur, sum eru keyptar á Coop.dk – eisini eftir afturlatingina. Tú kanst eins og áður venda tær til tín FK handil.
Hvat merkir afturlatingin av Coop.dk fyri garantiið á mínari vøru?
Garantiið á tínari vøru er óbroytt – eisini eftir afturlatingina av Coop.dk.
Kann eg framvegis keypa FDB Møbler, tá Coop.dk letur aftur?
Tú kanst framvegis keypa FDB Møbler við at bíleggja í tínum FK handli. Yvirlit yvir vørurnar er á heimasíðuni hjá FDB møblum: fdbmobler.dk/
Comments are closed