Uppskriftir
Gularótasuppa
Ein sunn og leskilig uppskrift, sum hóskar væl til køldu vetrardagarnar.
Til 4 fólk
Tilfar
- 400 g av gularótum
- 2 súrepli
- 2 leykir
- 2 bátar av hvítleyki
- 4 spsk. av olju
- 8 dl. av vatni
- 2 vistfrøðiligar grønmetisbótarmolar
- 2 tsk. av ediki
- 2 spsk. av súrróma
- 10 leggir av persillu
- 2 tsk. salt
- 2 knsp. pipar
Skola og flys gularøturnar. Sker í bitar
Skola súreplini og sker í bitar
Flys leykirnar og sker teir smátt
Flys hvítleykin og sker í skivar
Hita oljuna í eini grýtu, og steik teir í 2 minuttir. Teir skulu ikki brúnkast.
Stoyt 4 dl. av vatni í grýtuna saman við bótarmolunum. Stoyt restina av vatninum í, tá bótarmolarnir eru loystir upp.
Koyr gularøtur og súrepli í grýtuna, og kóka suppuna í uml. 20 minuttir, til grønmeti er moyrt. Tú kanst kanna, um gularøturnar eru moyrar við at stinga ein spískan knív í tær. Sleppa tær knívinum, eru tær moyrar.
Tak grýtuna av komfýrinum, og lat suppuna kólna eitt sindur.
Blenda suppuna. Um suppan er ov tjúkk, kann hon tynnast við eitt sindur av vatni. Smakka til við salt, pipar og ediki.
Skola persilluna undir køldum vatni. Turka persilluna og sker hana í smá stykkir.
Borðreið í skálum og pynta við súrróma og persillu.
Comments are closed