Uppskriftir
Heimabakaðir kanelsniglar
Hendan uppskriftin er til umleið 10 kanelsniglar.
Deiggj
- 25 g ger
- 1 dl mjólk
- 1 súpisk. sukur
- 1/2 tesk. salt
- 1 egg
- 100 g bleytt Thise smør
- Uml. 300 g hveitimjøl
Fylla
- 150 g bleytt Thise smør
- 150 g putursukur
- 1 1/2 súpisk. kanel
Soleiðis gert tú
Lunka mjólkina og upploys gerina í mjólkini.
Koyr salt og sukur í og rør síðan eggið í.
Blanda smør og mjøl og elt tað saman við váta tilfarinum.
Koyr eitt viskustykkið útyvir og lat ganga í 1 1/2 tíma.
Blanda smør, farin og kanel til fylluna.
Elt deiggið og rulla tað tunt út til ein fýrakant (uml. 20 x 40 cm). Smyr fylluna á og rulla deiggið saman til en pylsu.
Sker í uml. 10 stykkir og legg kanelsniglarnar á eina bakiplátu.
Lat ganga í 30 min.
Baka í heitluftsovni á 175 stigum í uml. 20 min.
Lat teir kølna eitt sindur – koyr glaring á og njót teir, meðan teir eru flógvir.
Comments are closed


