Uppskriftir
Konfektrulla við marsipan, saltstongum og skúmgæti
Tilfar
Rulla
- 300 g av marsipan
- 15 g av saltstongum
- 1 nevi av skúmgæti. Brúka lítil skúmgæti ella stór, skorin í smærri bitar.
Rómakaramell
- 125 g av sukur
- 60 g av glukosesiropp
- 2,5 dl av pískiróma
- 40 g av grovt hakkaðum jarðnøtum
Pynt
- 200 g av myrkari sjokolátu
- Gulldust
- Rómakaramell
- Saltstengur
Uppskriftin er ment av Coop.
Konfektrulla við marsipan, saltstongum og skúmgæti hevur eitt samanspæl av fleiri ymsum smakkum, sum fær tey flestu at munga.
Soleiðis gert tú
Byrja við at gera rómakaramell. Lat alt tilfarið í eina grýtu, og kóka upp. Síðani skal tað smákóka við lágum hita í uml. 20 minuttir. Tá tilfarið er gylt, og sleppur botninum, er tað liðugt.
Stoyt rómakaramellið á eitt stykki av bakipappír, og evna til ein fýrakant, ið er eitt sindur minni enn eitt A4-pappír til støddar.
Stroy hakkaðu jarðnøturnar omaná, og lat kólna til uml. stovuhita.
Rulla marsipan út til ein stóran fýrakant á uml. 20×30 cm.
Sker rómakaramellið til ein minni fýrakant, og legg hann á linju við einu langsíðuna av marsipaninum, soleiðis at man enn sær hinar tríggjar síðurnar av marsipaninum.
Legg eitt lag, uml. 5 cm breitt, av saltstongum á tí síðuna, har karamellið dekkar marsipanið. Legg síðani eina tunna rípu av skúmgæti omaná saltstengurnar.
Rulla plátuna til ein rullukøku. Ger hana so tætta sum gjørligt.
Smelta sjokolátuna og stroy útyvir rulluna.
Pynta við hakkaðum rómakaramelli og saltstongum, áðrenn sjokolátan harðnar.
Tá sjoklátan er harðna, kanst tú pynta við guldusti.
Prei
Tá tú smeltar myrka sjokolátu, skal hon fyrst hitast upp í 55 stig. Lat hana kólna niður í uml. 29 stig, áðrenn tú hitar hana upp aftur til 31-33 stig.
Comments are closed