Tíðindi, Uppskriftir
Laksalasanja
Hendan lekkra uppskriftin er partur av barnavinarliga matkassanum hjá Coop, og hóskar tí til alla familjuna, stór sum smá. Hon er at finna á opskrifter.coop.dk.
Tilfar
Lasanja
- 500 g laksur
- Olja at steikja við
- 200 g spinat
- 1 pakka av frískum lasanjuplátum
- 1 pakka mornay sós
- 1 pakka av rivnum mozzarella
Salat
- 1 spískkál
- 2 súreplir
- 1 spsk hunang
- 2 spsk smør
- 100 g valnøtir
Soleiðis gert tú
Set ovnin á 200 hitastig.
Lasanja
Sker laksin í álir á uml 1/2 cm.
Skola spinatið væl og lat torna á einum viskustykki.
Smyr eitt fat við olju, legg fyrst lasanjuplátur á botnin, so spinat, so laksaálir og at enda mornaysós. Endurtak hesa raðfylgjuna, til fatið er fult og tú hevur ikki meira eftir.
Stroy salt, pipar og rivið mozzarella omaná.
Set fatið í ovnin í uml. 25 minuttir.
Prei: Tú kanst eisini brúka turrar lasanjuplátur, lat tá fatið vera í ovninum eina løtu afturat.
Salat
Sker spískkálið fínt og legg pent í eina salatskál. Sker súreplini í tunnar bátar og legg oman á skálina.
Hita hunang, smør og valnøtur á eini pannu. Rør inntil nøtirnar fáa lit, men ansa eftir, at tað ikki brennur.
Stoyt flógvu nøtirnar og hunangin oman á salatina.
Vælgagnist.
Comments are closed