Tíðindi, Uppskriftir
Pasta og høsnarungi í somu grýtu við italskum kryddi
Hendan lekkra ‘one pot pasta’ uppskriftin er ment í samstarvi millum Coop og gourministeriet.dk. Við í uppskriftini er eitt heimagjørt italskt kryddbland.
Hevur tú ikki alt inni, sum stendur á listanum, kanst tú blanda tað, sum tú eigur, og tú heldur hóskar saman. Brúka øll tíni yndiskrydd, her eru ongin mørk.
Tilfar
- 400 g av pasta
- 450 g av høsnarungabringu, skorin í smáar terningar
- 1 grovt hakkaður leykur
- 3 fín hakkaðir hvítleyksbátar
- 1 nevi av sólturkaðum tomatum, skornar í strimlar
- 2 dósir av cherrytomatum
- 7 dl av høsnaboullion
- 2 dl av róma
- 1 spsk. av italskum kryddblandi (les niðanfyri)
- 1 nevi av frískum basilikum
- 1 pakki av drenaðum mozzarella
- 60 g av rivnum parmesanosti
- Salt
- Pipar
- Olja
Soleiðis gert tú
Hita oljuna í stórari grýtu og brúnka høsnarungaterningarnar, meðan tú kryddar við salti og pipari. Skal ikki gjøgnumsteikjast beinanvegin, men bert brúnkast á kantunum.
Koyr leyk, hvítleyk og italska kryddið í grýtuna og steik í nakrar fáar minuttir.
Stoyt dósirnar við cherrytomatum, høsnaboullion, róma, pasta, sólturkaðar tomatir og basilikum í grýtuna og kóka upp.
Skrúva hitan niður og lat rættin kóka spakuliga, meðan tú rørir í grýtuni, so sósin ikki brennist. Hygg at pakkanum, hvussu leingi pastan skal kókast, og legg nakrar minuttir afturat. Tað er tí at pastan kókar við lægri hita í sósini, enn um tú kókar hana í vatni.
Tá pastan er kókað so væl, sum tú kundi hugsað tær, tað vil siga einar 3-4 minuttir eyka, koyrir tú rivna parmesanostin og mozzarella, skornan í minni bitar, í rættin. Rør væl saman.
Smakka rættin til við salti og pipari. Borðreið við hakkaðari persillu og rivnum parmesanosti.
Tilfar til italska kryddblandið
Øll kryddini eru turkað
- 3 spsk. av persillu
- 3 spsk. av basilikum
- 3 spsk. av oregano
- 1 spsk. av hvítleykspulvuri
- 2 tsk. av leykpulvur
- 1 tsk. av timian
- 1 tsk. av merian
- 1 tsk. av kiliflakum
- 1 tsk. av frískum pipari
Italsk kryddblanding
Blanda øll kryddini væl saman og goym í einari krukku ella øðrum lufttættum ílati.
Tær tørvar ikki so nógv til hendan rættin, so til ber at goyma restina til eina aðru ferð.
Eigur tú ikki alt á listanum inni, kanst tú noyðast við tí, tú longu hevur í kryddarískuffuni. Vel tíni yndiskrydd og smakka til, her er alt loyvt.
Comments are closed