Uppskriftir
Pasta við spinat og laksi
Pasta og italski køkurin er vorðin alsamt meira vælumtóktur um okkara leiðir. Tíbetur skalt tú ikki til Italia, fyri at uppliva italsku matmentanina.
Spaghetti við kjøtsós, ella spaghetti bolognese sum italiumenn siga, er allarhelst mest kendi pastarætturin. Men møguleikarnir við pasta eru nærmast óavmarkaðir. Royn henda leskiliga og skjóta rættin við spinat og laksi. Hann kann klárast uppá 15 minuttir
Til 4 fólk
Tilfar
- 400 g pasta
- 250 g av frískari spinat
- 200 g av royktum laksi
- 1 dl. pískiróma
- Salt
- Pipar
Kóka pasta í lættsaltaðum vatni.
Skola spinatið og turka tað.
Sker laksin í passaligar bitar.
Stoyt vatnið frá tá pasta er kókað. Blanda við róma og spinat. Krydda við salt og pipar. Lat grýtuna standa á lágum hita, meðan tú rørir í, so at rómi tjúknar og gerst kremutur.
Lat til seinast laksin í, og blanda alt saman. Smakka til við meira salti og pipari, um neyðugt.
Kóka pasta í ríkiligt av vatni. Til 400 gr av pasta, skalt tú brúka 4 litrar av vatn. Brúka eina tsk. av salti fyri hvønn litur av vatni.
Kóka pasta uttan lok, og minst til at røra í grýtuni.
Fleiri brúka parmesan ost saman við pasta. Men sambært óalmennu italsku “pastalógini”, etur man ikki parmesan ost saman við fiski ella skeljadjórum.
Comments are closed