Uppskriftir
Pitsatvistarar til matpakkan
Hendan einfalda uppskriftin úr savninum hjá coop.dk er ein sikkur vinnari til matpakkan. Skjót at gera og so kanst tú tillaga við júst tí fylluni, sum tykkum dámar best.
Tilfar
- 1 rulla av pitsudeiggi
- 150 g tomatsós
- 150 g rivin ostur
- 1 nevi av frískari basiliku
Royn eisini við skinku, pepperoni, høsnarunga, pesto o.ø.
Soleiðis gert tú
Tendra ovnin og set á 180 stig við heitluft.
Rulla pitsudeiggið út, og smyr tomatsósina út yvir deiggið.
Hakka basilikum fínt, og stroy oman á tomatsósina.
Stroy rivna ostin oman á helvtina av deigginum.
Legg nú helvtina av deigginum uttan ost oman á helvtina við osti, soleiðis at osturin er “pakkaður inn” í deiggið”.
Sker deiggið í uml. 12 langar og líka breiðar álir. Brúka ein hvassan knív ella ein pitsuskerara.
Tak í ein ál í senn, og hald í endunum við hvørjari hond. Halt fast og snara við aðrari honsini, so tú hevur ein snaraðan pitsutvistara.
Endurtak við hinum og legg á eina bakiplátu við pappíri. Pensla við einum samanpískaðum eggi.
Baka í umleið 15 minuttir. Halt eyga við teimum, tá teir hava fingið lit og deiggið er gjøgnumbakað, er klárt at taka úr ovninum.
Comments are closed