Tíðindi, Uppskriftir
Rísingreytur við jólakryddi og appelsinsukri
Tilfar
- 2 dl av vatni
- 200 g av greytrísi
- 1 l av bóndamjólk (3,5%)
- 1 kanelstong
- 1 tsk av turkaðari ingifer
- 10 heil kardamummuhylki
- Salt, eftir tørvi
Appelsinsukur
- Rivið skal av einari vistfrøðiligari appilsin
- 4 spsk av sukuri
Vaniljusmør
- 100 g smør
- 1 vaniljustong
Til borðreiðing
- Granatsúreplakjarnur, kokosflykrur ella frísk mango.
Soleiðis gert tú
Kóka helvtina av vatninum upp, koyr greytrísini í og lat smákóka í 2-3 minuttir, meðan tú rørir í.
Stoyt restina av vatninum í grýtuna saman við mjólkini og kryddaríunum. Lat greytin smákóka við lágum hita í uml. 45 minuttir, til greyturin er tjúkkur og rísini moyr. Rør javnan í greytinum, so hann ikki brennur. Smakka til við salti.
Tak heilu kryddaríini úr, og borðreið heita greytin við appilsinsukrinum og vaniljusmørinum.
Appelsinsukur
Blanda sukur og appilsinskal í eina skál. Lat standa í 5-10 minuttir.
Vaniljusmør
Skava kornini úr vaniljustongini og blanda tey upp í smørið. Píska smørið til tað er bleytt.
Prei
Royn ymiskar sitrusfruktir til sukrið. Tú kanst eitt nú kombinera rivið klementin- og sitrónskal.
Leypur greytur av, kann hann nýtast til klattar. Rør tvey egg í og steik klattarnar á pannu. Tú kanst eisini koyra rosinur í, so verða klattarnir saftigari.
Comments are closed