Tíðindi, Uppskriftir
Skeljadýrsalat við krabbahalum, laksi og rækjum
Ein lítil rættur til 2 fólk, ella forrættur til 4. Síggj kokkin Claus Holm gera hendan rættin.
Tilfar
- 1/2 buntið av grønum aspargus
- Eitt sindur av olivinolju
- 150 gr. av krabbahalum í laka ella tiðnaðir
- 150 gr. av royktum laksi
- 150 gr. av rækjum. Helst stórar
- 1 sitrón. Helst vistfrøðilig, tí skalið skal brúkast
- 4 bløð av hjartasalati
- 10 mandlur
- 1 dl. av súrróma
- 1 dl. av royktum osti
- Ein neva av sýrusmæru
- 2 egg
Soleiðis gert tú
Kóka eggini í 6 minuttir, tey skulu vera bleyttkókakð. Eru eggini smá, er nóg mikið at kóka tey í 5 minuttir.
Lat eitt sindur av olivinolju á heita pannu.
Sker báðar endarnar av aspargusunum og steik tey á pannuni til tey hava fingið gyltan lit.
Koyr krabbahalarnar á pannuna og hita teir ígjøgnum í nakrar minuttir.
Legg flísar av laksinum á borðiskin, tú fert at borðreiða salatið á.
Rív eitt sindur av sitrónskali oman yvir laksin. Legg síðan bløðini av hjartasalatinum oman á laksin.
Breið stokt aspargus, krabbahalar, rækjur og hakkaðar mandlur út yvir salatið.
Rør ein dressing av roykta ostinum og súrrómanum og legg hann út yvir salatið.
Til seinast leggur tú bleyttkókað egg og sýrusmæru oman á rættin.
Borðreið við snerktum breyði afturvið.
Comments are closed