Tíðindi, Uppskriftir
Smá bananbreyð við havra
Hesi smáu bananbreyðini eru perfekt sum ein minni ósunnur góðbiti til matpakkan.
Uppskriftin er framleidd av Coop í samstarvi við Gourministeriet.dk, og kann lesast á opskrifter.coop.dk.
Við hesari uppskriftini kanst tú gera 12 smá breyð, sum eru 3×8 cm hvør.
Tilfar
- 4 bananir
- 3 egg
- 150 g havragrýn
- 50 g mandlur
- 25 g smør
- 2 spsk hveitimjøl
- 1 tsk vaniljusukur
- 1 tsk bakipulvur
- 0,5 tsk kardamumma
- eitt lítið sindur av salti
- 40 g sjokuláta
Soleiðis gert tú
Set ovnin á 175 stig við heitari luft.
Blenda havragrýn og mandlur til groft mjøl.
Mosa bananirnar og blanda tær saman við havra- og mandlumjølinum og smeltaða smørinum.
Stoyt hveitimjølið, kardamummuna, bakipulvurið, vaniljusukrið, salt og eggini í. Blanda væl.
Lættast er at koyra deiggið í ein sproytiposa og sproyta í silikoneformar. Tú kanst eisini nýta smáar muffin formar.
Baka bananbreyðini mitt í ovninum í 20-25 minuttir.
Lat tey kølna á eini bakirist, meðan tú hakkar og síðani tempererar sjokulátuna. Fyri at fáa knekk í sjokulátuna, kanst tú smelta helvtina í einum vatnbað, tekur av hitanum og blandar hina helvtina saman.
Stroy flótandi sjokulátuna við eini skeið ella einum sproytuposa oman á bananbreyðini.
Vælgagnist.
Comments are closed