Umframt tað vanliga handilsvirksemið og at skipa tað felagsliga arbeiðið kring handlarnar, er Føroya Keypsamtøka virkin á fleiri ymiskum økjum. Talan er um ymisk átøk og tiltøk, ið sum oftast fevna um heilsulig og umhvørvislig viðurskifti umframt vælgerðartiltøk, sum verða fyriskipaði í samstarvi við onnur, serliga stovnar og felagsskapir.
Flogbóltskapping
Saman við Fleyr árliga stóra kappingin um heystið fyr bæði børn og vaksin. Øll flogbóltsfeløg í landinum njóta gott av hesum samstarvi.
Innsavning til Reyða Kross
Í fleiri ár hevur FK savnað brúkt klæðir inn til Reyða Kross. Her hevur undirtøkan altíð verið sera góð.
Leikmeti
Saman við FDB og ÍSF er FK farið undir at stuðla teimum mongu ítróttatiltøkunum kring landið við at lata ódýra frukt og grønmeti, sum fyriskipandi feløgini selja til luttakarar og áskoðarar. Endamálið er at hava eitt heilsugott tilboð til ítróttafólk og ítróttaáhugaði samstundis sum feløgini kunnu vinna sær nakað av peningi til raksturin.
Innsavnan av battaríum og spariperum
Saman við kommunalu innsavningarstøðunum eru handlarnir hjá FK farnir undir at savna inn brúkt battarí og brúktar spariperur frá privatfólki. Serlig íløt eru sett upp í handlinum at taka ímóti hesum lutum, sum í stóran mun eru at meta sum umvørvisburturkast, men sum væl kann verða endurnýtt, um innsavningin verður skipað á rættan hátt.
Matarvarðin
Saman við FDB og Fólkaheilsuráðnum er ein nýggjur og dagførdur Matarvarði gjørdur.
Stuðla fótbóltinum
Eisini sum stuðul til fótbóltin hevur FK lýsingaskelti uppsett við fleiri av landsins fótbóltsvøllum