
TRAVELITE
Nú kanst tú samla merkir til kuffert og ferðataskur frá Travelite.
Frá 10. juni til og við 23. august 2025 fært tú, sum limur í FK, eitt samlimerki fyri hvørjar 50 kr., tú keypir fyri í Føroya Keypssamtøku.
Samliheftir, ið eru full av merkjum, kunnu verða innloyst til og við 30. august 2025.

Stórt hardcase kuffert við hjólum
849,-
+ 20 samlimerkir
Prísur uttan merkir 1.799,- kr.

Lítið hardcase kuffert við hjólum
699,-
+ 20 samlimerkir
Prísur uttan merkir 1.399,- kr.

Ferðataska við hjólum
549,-
+ 20 samlimerkir
Prísur uttan merkir 599,- kr.

Kabinuryggsekkur
299,-
+ 20 samlimerkir
Prísur uttan merkir 599,- kr.

Rolltopp ryggsekkur
349,-
+20 samlimerkir
Prísur uttan merkir 699,- kr.

Toiletttaska
139,-
+ 20 samlimerkir
Prísur uttan merkir 279,- kr.

Beltitaska
139,-
+ 20 samlimerkir
Prísur uttan merkir 279,- kr.
Heinta samliheftið ella
eina eyka baksíðu
Fekst tú ikki eitt TRAVELITE – samlihefti við tær heim úr handlinum?
So kanst tú heinta tað sum PDF her. Tú kanst eisini heinta eina baksíðu, sum tú kanst samla merkini á.
Treytir
Frá 10. juni 2025 til og við 23. august 2025 fært tú, sum limur í FK, eitt samlimerki fyri hvørjar 50 kr., tú keypir fyri í Føroya Keypssamtøku. Samliheftir, ið eru full av merkjum, kunnu verða innloyst til og við 30. august 2025. Ert tú ikki longu limur, kanst tú lesa meira um tað HER.
Lutvíst fylt samliheftir geva ikki rætt til henda møguleika. Tá ið tú hevur samlað 20 virðismerkir, kanst tú lata tey inn við kassan og keypa valda Travelite kuffertið ella ferðataskuna fyri ta upphædd, sum stendur undir vøruni.
Samlimerkir og samliheftir kunnu ikki verða býtt um við reiðan pening, og tey hava einki áljóðandi virði. Eingin avmarking er á nøgdini á samliheftum. Tú kanst samla merkir til so nógvar vørur, sum tú hevur hug til. Tilboðið er einans galdandi í omanfyrinevnda tíðarskeiði.
Samliheftir, sum eru heilt ella lutvíst fylt, eru til eina og hvørja tíð ábyrgd viðskiftafólksins. FK tekur ikki ábyrgd av, um eitt samlihefti verður burtur ella oyðilagt.
Samliheftir ella samlimerkir, sum eru broytt, ólesilig, skadd ella ikki hava 10 merkir, verða ikki góðtikin.
Merkini verða einans útflýggjað, tá ið keypt verður við kassan. Fyrivarni verður tikið fyri útseldari vøru.
Hetta átak er einans galdandi fyri handlarnar hjá FK, og tú skalt vera limur í FK fyri at kunna innloysa samliheftir. FK hevur rætt til at avlýsa hetta átak, um viðurskifti koma í, sum skuldu gjørt tað neyðugt. Vørur verða einans tiknar aftur, um kassakvittan verður víst og kann verða umbýtt við aðra vøru. Verður endurgjald kravt fyri vøruna, tekur FK fyrivarni fyri, at vøran hevur verið rætt nýtt.
Vit taka fyrivarni fyri fyribils útseldum vørum, heilt útseldum vørum, møguligum villum og prentvillum.