Nú verður alt vistfrøðiligt í vikuligu frukt- og grønmetiskassunum hjá FK.
Í áhaldandi arbeiðinum at halda náttúruna eiturfría, hava vit valt at broyta innihaldið í frukt- og grønmetisskipanini til at vera vistfrøðiligt burturav.
Longu nú fáa hópin av føroyingum sínar frukt- og grønmetiskassar einaferð um vikuna í sínum FK handli. Kassarnir kosta allir 250 kr. stk.
Tú kanst eisini fáa ein kassa av frukt, ein kassa av grønmeti ella ein kassa av frukt og grønmeti. Trýst á “Melda til her” og send inn til tín FK handli.
