Änglamark er vistfrøðiliga vørumerkið hjá FK

Í mong ár hevur FK arbeitt við at víðka um úrvalið av vistfrøðiligum vørum og vørum, ið ikki
innihalda ávís tilsetingarevni.
Vit hoyra ofta um at evni í húsarhaldsvørum, klæðum og røktarvørum, við tíðini kunnu skaða
heilsuna. Serliga verður tosað og skrivað nógv um hormonórógvandi evni.
Vit halda ikki at øll evni, ið eru lóglig, eru trygg. Tí fara vit longri enn lógin tilskilar, tá talan er
um at taka burtur evni, ið liggja nær einum markvirði. Vit vilja heldur vera varin enn eftirsnarin.
Tað byrjaði í 1982, við vistfrøðiligum gularótum. Í dag eru vistfrøðiligar fruktir og grønmeti púra
vanligt og hava enntá fingið fylgju av eplum, pastinakkum og øllum hinum rótunum.
Til fyri stuttum, vóru 37% av øllum eggum í FK vistfrøðilig. Nú eru øll egg, ið FK selur, vistføðilig
ella undan fríttgangandi hønum.
Samlaða sølan av vistfrøðiligum vørum í FK er í dag um 8% og málið er at økja munandi um
hendan partin. Vøruúrvalið er stórt og prísirnir avgjørt kappingarførir.
Tí geva vit fólki møguleika at velja tær vistfrøðiligu vørurnar og kanska byrja við teimum vørum,
ið ein brúkar mest – tær gera størstan mun.
Änglamark vørumerkið hjá Coop samtakinum tryggjar, at talan antin er um vistfrøðiliga vøru
ella vøru, ið ikki inniheldur tilsetingarevni, ið mett verður at kunna hava óheppin árin.