ENDABRESTUR
FÁ 3 PAKKAR TÁ TÚ KEYPIR 2
Vælumtóktu gløsini frá Spiegelau fáast í FK í nakrar dagar afturat. Tað hátíðarhalda vit við, at tá tú restina av tíðarskeiðnum keypir tveir pakkar av gløsum, fært tú tann triðja pakkan ókeypis.
Harafturat fært tú nú tvey merkir fyri hvørjar 50 kr, tú keypir fyri í einum FK handli.
Freistin fyri at keypa gløsini er longd, so tú fært merkir til og við leygardagin 6. apríl.
Tú kanst keypa fyri tey til og við leygardagin 13. apríl.
Væleydnaða átakið frá 2015 og 2018 heldur fram, og nú kanst tú samla merkir til tey gløsini, sum resta í.
Ella tú kanst byrja at samla til eitt nýtt slag av gløsum, í eitt prýðiligt borð kann gerast enn meira fullkomið við røttu gløsunum. Angi og litir ganga upp í eina hægri eind, og upplivingin gerst enn størri, tá ið glasið hóskar til innihaldið.
Vit hava valt út eina serstaka røð av gløsum frá heimsins elstu glasverksmiðju, tann suðurtýska Spiegelau. Verksmiðjan framleiðir millum annað blýfrí krystallgløs av sera høgari góðsku, og fleiri av teimum verða serliga sniðgivin at hóska til ávísar drykkir.
Øll gløsini tola at verða vaskað í uppvaskimaskinuni.
Hvítvínsgløs
Fyri tvey gløs
70,-
+ 15 samlimerkir
Kostn. uttan merkir 230,- kr.
Reyðvínsgløs
Fyri tvey gløs
70,-
+ 15 samlimerkir
Kostn. uttan merkir 230,- kr.
Champagnegløs
Fyri tvey gløs
60,-
+ 15 samlimerkir
Kostn. uttan merkir 230,- kr.
Bourgognegløs
Fyri tvey gløs
75,-
+ 25 samlimerkir
Kostn. uttan merkir 250,- kr.
Ølgløs
Fyri tvey gløs
75,-
+ 15 samlimerkir
Kostn. uttan merkir 230,- kr.
Vatngløs
Fyri tvey gløs
60,-
+ 15 samlimerkir
Kostn. uttan merkir 200,- kr.
Longdrinkgløs
Fyri tvey
68,-
+ 15 samlimerkir
Kostn. uttan merkir 220,- kr.
Heinta samliheftið ella
eina eyka baksíðu
Fekst tú ikki eitt Spiegelau-samlihefti við tær heim úr handlinum? So kanst tú
heinta tað sum PDF her. Tú kanst eisini heinta eina baksíðu,
sum tú kanst samla merkini á.
TREYTIR
Frá 6. november 2023 til og við 23. mars 2024 fært tú, sum limur í FK, eitt samlimerki fyri hvørjar 50 kr., tú keypir fyri í Føroya Keypssamtøku. Samliheftir, ið eru full av merkjum, kunnu verða innloyst til og við 30. mars 2024. Ert tú ikki longu limur, kanst tú lesa meira um tað HER.
Lutvíst fylt samliheftir geva ikki rætt til henda møguleika. Tá ið tú hevur samlað 15 virðismerkir, kanst tú lata tey inn við kassan og keypa valda Spiegelau lutin fyri ta upphædd, sum stendur undir vøruni.
Samlimerkir og samliheftir kunnu ikki verða býtt um við reiðan pening, og tey hava einki áljóðandi virði. Eingin avmarking er á nøgdini á samliheftum. Tú kanst samla merkir til so nógvar vørur, sum tú hevur hug til. Tilboðið er einans galdandi í omanfyrinevnda tíðarskeiði.
Samliheftir, sum eru heilt ella lutvíst fylt, eru til eina og hvørja tíð ábyrgd viðskiftafólksins. FK tekur ikki ábyrgd av, um eitt samlihefti verður burtur ella oyðilagt.
Samliheftir ella samlimerkir, sum eru broytt, ólesilig, skadd ella ikki hava 15 merkir, verða ikki góðtikin.
Merkini verða einans útflýggjað, tá ið keypt verður við kassan. Fyrivarni verður tikið fyri útseldari vøru.
Hetta átak er einans galdandi fyri handlarnar hjá FK, og tú skalt vera limur í FK fyri at kunna innloysa samliheftir. FK hevur rætt til at avlýsa hetta átak, um viðurskifti koma í, sum skuldu gjørt tað neyðugt. Vørur verða einans tiknar aftur, um kassakvittan verður víst og kann verða umbýtt við aðra vøru. Verður endurgjald kravt fyri vøruna, tekur FK fyrivarni fyri, at vøran hevur verið rætt nýtt.
Vit taka fyrivarni fyri fyribils útseldum vørum, heilt útseldum vørum, møguligum villum og prentvillum.
*Dagført 24. mars 2024*
Frá 25. mars 2024 til og við 6. apríl 2024 fært tú, sum limur í FK, tvey samlimerki fyri hvørjar 50 kr., tú keypir fyri í Føroya Keypssamtøku. Samliheftir, ið eru full av merkjum, kunnu verða innloyst til og við 13. apríl 2024.
Tá tú í tíðarskeiðnum 25. mars 2024 til og við 13. apríl 2024 keypir tveir eins pakkar av gløsum við samlimerkjum, fært tú tann triðja pakkan ókeypis.