Knabstrup keramik
Nú kanst tú samla merkir til vakurt keramikk frá einum søguligum donskum vørumerki.
Síðan 1897 hevur Knabstrup Keramik sniðgivið serstakt listahandverk og brúkslist, ið tú valla fært eyguni av. Verksmiðjan er kend fyri vakrar glasurir, súltukrukkur, deiggjføt, vasar og stell, ið ofta eru arvað gjøgnum fleiri ættarlið.
Tú sært heftið og yvirlit yvir vørurnar her.
Ein serlig vøruskrá við samlimerkjum
Knabstrup Keramik hevur sniðgivið eina nýggja, serstaka røð av steintoyi, sum tú bert kanst keypa við samlimerkjum frá FK. Einføld og haldfør gerandislist, framleitt við stotleika og tokka til leirið og handverkið.
Steintoyið er harðført tilfar, ið tolir áhaldandi brúk. Leirið er brent við so høgum hita, at røðin tolir bæði frystiboks, ovn, mikroovn og uppvaskimaskinu.
Knabstrup Keramik hevur brúkt hálv gjøgnumskygdar glasurir, sum gera, at steintoyið verður sjónligt á kantum og rillum. Hesir geva eina serliga útsjónd. Smá frábrigdi í litum og flatum gera hvønn lut serstakan.
Ein tíðarleysur klassikari í nýggjari tulking
Snotiligi Knabstrup vasin er tíðarleyst keramikk, eins tíðarhóskandi í dag, sum tá ið hann varð sniðgivin í 1940’unum. Til hetta átakið hevur Knabstrup sniðgivið ein 30 cm høgan vasa, við trimum hálv gjøgnumskygdum glasurum, har steintoyi sæst á rillunum. Við 40 samlimerkjum kanst tú keypa hann fyri 490,- kr á shopping.coop.dk – avmarkað nøgd.
Burðardygt handverk
Knabstrup fabrikkin lat aftur í 1988, men vørumerkið var aftur á marknaðinum í 2017. Síðan tá hevur orkan verið løgd í burðardygd og vørurnar í hesi røðini, eru framleiddar í Portugal, har tey áhaldandi arbeiða við at minka um náttúruárini. Hetta gera tey við at brúka grønar orkukeldur og tilfeingi úr náttúruni. Steintoyið verður bert brent eina ferð, har tað annars er siðvenja at brenna áðrenn og eftir glasering.
Treytir
Frá 17. september 2020 til og við 4. februar 2021 fært tú, sum limur í FK, eitt samlimerki fyri hvørjar 50 kr., tú keypir fyri í Føroya Keypssamtøku. Samliheftir, ið eru full av merkjum, kunnu verða innloyst til og við 18. februar 2021. Ert tú ikki longu limur, kanst tú lesa meira um tað HER.
Lutvíst fylt samliheftir geva ikki rætt til henda møguleika. Tá ið tú hevur samlað 20 virðismerkir, kanst tú lata tey inn við kassan og keypa valda Knabstrup lutin fyri ta upphædd, sum stendur undir vøruni.
Samlimerkir og samliheftir kunnu ikki verða býtt um við reiðan pening, og tey hava einki áljóðandi virði. Eingin avmarking er á nøgdini á samliheftum. Tú kanst samla merkir til so nógvar vørur, sum tú hevur hug til. Tilboðið er einans galdandi í omanfyrinevnda tíðarskeiði.
Samliheftir, sum eru heilt ella lutvíst fylt, eru til eina og hvørja tíð ábyrgd viðskiftafólksins. FK tekur ikki ábyrgd av, um eitt samlihefti verður burtur ella oyðilagt.
Samliheftir ella samlimerkir, sum eru broytt, ólesilig, skadd ella ikki hava 20 merkir, verða ikki góðtikin.
Merkini verða einans útflýggjað, tá ið keypt verður við kassan. Fyrivarni verður tikið fyri útseldari vøru.
Hetta átak er einans galdandi fyri handlarnar hjá FK, og tú skalt vera limur í FK fyri at kunna innloysa samliheftir. FK hevur rætt til at avlýsa hetta átak, um viðurskifti koma í, sum skuldu gjørt tað neyðugt. Vørur verða einans tiknar aftur, um kassakvittan verður víst og kann verða umbýtt við aðra vøru. Verður endurgjald kravt fyri vøruna, tekur FK fyrivarni fyri, at vøran hevur verið rætt nýtt.
Vit taka fyrivarni fyri møguligum villum og prentvillum.