Í November í fjør kom tann nýggi Matarvarðin hjá FK og FDB. Matarvarðin tekur støðið í teimum almennu 8 kostráðunum.
Nú er gjørdur bóklingur, sum á sera einfaldan og upplýsandi hátt greiðir frá, hvussu Matarvarðin kann verða brúktur. Í bóklinginum um Matarvarðan verður fyrst og fremst dentur lagdur á heilsugóðar matvørur, og matvanar. Eisini er dentur lagdur á, at etur tú sambært Matarvarðanum, kanst tú minka um CO2-útlátið, og tað tálmar veðurlagsbroytingunum.
Sum nakað nýtt í Matarvarðanum skulu nærum allar vørur sum rís, pasta og breyð nú vera fullkornsvørur, og eisini verður mælt til at nýta onnur kornsløg ístaðin.
Eisini er ymiskt kunningartilfargjørt, sum t.d. bóklingur, ið greiðir frá hvussu Matarvarðin eigur at verða nýttur, plakat við Matarvarðanum og útklippingarblað til børnini at royna sín kunnleika um heilsugóðan kost sambært Matarvarðanum.
Takið bókling og klippiark niður her: