Tíðindi
Finn hevur handað Súsonnu lyklarnar
Í gjár seinnapart var vaktarskifti á brúnni í FK. Stjórin hesi seinastu 41 árini, Finn Nielsen, gavst og Súsanna Poulsen tók stýringina.
Finn byrjaði í læru í Keypssamtøkuni í 1967 og tók við stjórastarvinum 1. juni í 1981. Hann hevur sostatt myndað alla ta menning, ið FK hevur verið ígjøgnum í eitt mannaminni.
Súsanna kemur úr starvinum sum rakstrarstjóri í Pisiffik í Grønlandi, har hon hevur havt dagligu leiðsluna av 54 handlum.
Móttøka verður fyri fráfarandi og nýggjum stjóra seinni í mánaðinum, nærri kunning verður um hetta seinni.
Comments are closed