FK tíðindi, Tíðindi
Heilsugóðir døgurðar hvønn gerðandisdag
Føroya Keypssamtøka bjóðar nú í samstarvi við føðsluserfrøðingin Elsu Sandberg Nielsen kassar við heilsugóðum døgurðamati og uppskriftum til føroysku familjuna.
Tit kenna nokk øll løturnar í iva við kølaran í handlinum, um hvat tit skulu eta í kvøld. Hesum sleppa tit nú undan.
Vit hava sett saman heilsugóðar og fjølbroyttar matskráir, ið tú kanst tekna hald til.
Til ber at velja millum 3, 4 og 5 døgurðar um vikuna og uppskriftir og matkassar verða tillagaði til hvussu nógv fólk tit eru í húskinum.
Vit bjóða matkassar í FK í Fuglafirði, Havn, Hoyvík, Klaksvík, Miðvági og Trongisvági.
Soleiðis gert tú
Á heimasíðuni matbitin.fo meldar tú tykkum til, tú velur hvussu nógvar døgurðar tú ynskir um vikuna, og hvussu nógv tit eru í húskinum. Tú rindar og teknar tær hald.
Tú fært tín egna vanga á heimasíðuni, og hvørja viku verða nýggjar uppskriftir til vikuna lagdar út.
Í tínum FK handli kanst tú hvønn týsdag heinta matkassan, ið er pakkaður til júst tín.
Síðan er bert eftir at fara heim og gera matin.
Comments are closed