Tíðindi, Uppskriftir
Eplapitsa
Tá tað skal vera ómakaleyst og lekkurt í gerandisdegnum, er altíð gott við eini pitsu. Ein klassikari innan hvítu pitsurnar er eplapitsa við rósmarin.
Les upprunaligu uppskriftina og áðrar uppskriftir á opskrifter.coop.dk.
Til 4 fólk
Tilfar
- Tveir pitsubotnar í rullu
- 200 gr av eplum
- 50 gr av grovt rivnum parmesanosti
- 2 dl av súrróma (ella mascarpone)
- 2 kvistar av rósmarin
- Olivinolja
- Salt
- Pipar
Set ovnin á 250 stig.
Rulla pitsudeiggið út á bakiplátu.
Skola og flys eplini og sker í tunnar flísar við mandolinjarni. Tú kanst eisini nýta ein harðføran ostaskerara ella eplaflysara fyri at fáa tunnar flísar.
Rív parmesanostin við grovu síðuni av rívijarninum.
Smyr súrróman á pitsudeiggið. Legg eplaflísarnar javnt út á pitsurnar. Stroy rivna parmesanostin omaná.
Legg til seinast rósmarinið omaná, slett eitt sindur av olivnolju á og so pipar og salt, sum tað hóvar tær.
Baka í 10 minuttir í ovninum.
Prei
Hendan samansetingin á pitsu hóskar væl sum forrættur. Tú kanst gera fleiri smáar pitsur við at nýta tortilla wraps sum botn.
Vilt tú gera tín egna botn, kanst tú eitt nú nýta hesa leskiligu uppskriftina upp á pitsubotn við fullkornsmjøli.
Comments are closed