FK tíðindi, Tíðindi
Seinasti møguleiki at fáa samlimerki til Tupperware vøru
Fríggjadagin 22. november er seinasti dagur tú fært eitt samlimerki til Tupperware vøru, fyri hvørjar 50 kr. tú keypir fyri í Føroya Keypssamtøku.
Fríggjadagin 29. november er seinasti møguleiki at keypa fyri samlimerkini. Er vøran ikki á goymslu verður hon bíløgd.
Les meira um allar Tupperware vørurnar, síggj vøruúrvalið og fá hugskot og íblástur á samlemaerker.dk/produkter
TREYTIR:
Frá 2. august 2019 til og við 22. november 2019 fært tú eitt samlimerki fyri hvørjar 50 kr. tú keypir fyri í FK. Samliheftir, ið eru full við samlimerkjum, kunnu verða innloyst til og við 29. november 2019.
Samlimerkir og samliheftir kunnu ikki verða býtt um við reiðan pening, og tey hava einki áljóðandi virði. Eingin avmarking er á nøgdini á samliheftum. Tú kanst samla merkir til so nógvar vørur, sum tú hevur hug til.
Tilboðið er einans galdandi í omanfyrinevnda tíðarskeiði. Samliheftir, sum eru heilt ella lutvíst fylt, eru til eina og hvørja tíð ábyrgd viðskiftafólksins. FK ábyrgist ikki, um eitt samlihefti verður burtur ella oyðilegst.
Samliheftir ella samlimerkir, sum eru broytt, ólesilig, skadd ella ikki eru full, verða ikki góðtikin.
Merkini verða einans útflýggjað, tá ið keypt verður við kassan. Fyrivarni verður tikið fyri útseldari vøru. Hetta átak er einans galdandi fyri handlarnar hjá FK, og tú skalt vera limur í FK fyri at kunna innloysa samliheftir. FK hevur rætt til at avlýsa hetta átak, um viðurskifti koma í, sum skuldu gjørt tað neyðugt.
Vørur verða einans tiknar aftur, um kassakvittan verður víst og kann verða umbýtt við aðra vøru. Verður endurgjald kravt fyri vøruna, tekur FK fyrivarni fyri, at vøran hevur verið rætt nýtt.
Comments are closed