Tíðindi
Jákup Danielsen heldur fram sum formaður
Føroya Keypsamtøka hevði ársaðalfund leygardagin. Á undinum skipaði stjórnin seg. Nýggjur í nevndini er Erling Jørgensen, ið áður hevur verið eykalimur.
Jákup Danielsen, heldur fram sum formaður, meðan Tummas Lauritsen er nýggjur næstformaður.
Føroya Keypssamtøka hevur átta handlar kring landið við fimm limanevndum, sum limirnir á ársfundum í teimum ymisku økjunum velja. Stjórnarlimirnir verða somuleiðis valdir á ársfundinum og valini góðkend á ársaðalfundinum.
Í stjórnini sita:
Jákup Danielsen, formaður
Tummas Lauritsen, næstformaður
Guðrun Petersen
Karin Kastalag
Magnus Joensen
Jóannis D. Sivertsen
Erling Jørgensen
Johan Blábjørg, starvsfólkaumboð
Stjóri er Finn Nielsen
Annars verður víst til heimasíðuna www.fk.fo um hvussu limanevndirnar eru mannaðar.
Comments are closed