Tíðindi
Slaktaradeildin væl móttikin
Dagføringin av slaktaradeildini í FK Hoyvík hevur veruliga gjørt mun. Deildin hevur nú fingið betri staðseting inni í handlinum og úrvalið er munandi víðkað.
Fólk hava tikið væl ímóti útbyggingini og longu nú eru servørur vorðin gerandiskostur. Tað er altíð gott at kunna bjóða skjót og góð ráð til okkurt serstakt, ið skal borðreiðast.
Fyrsta floks vøra, uppskriftir, steikitíðir og onnur kryddaði hyggjuráð, verða syft um skivuna við einum brosi, bæði skjótt og væl.
Ynskir tú okkurt serstakt, er slaktaradeildin helst staðið, ið tú eigur at vitja. Vælkomin.
Comments are closed