Leys størv, Tíðindi
Starvsfólk til FK í Hoyvík
Ert tú til reiðar til eitt nýtt og spennandi starv?
Vit søkja ein nýggjan starvsfelaga til okkara køli- og frostdeild í Hoyvík.
Í FK Hoyvík arbeiða uml. 70 starvsfólk, ið skulu hava ein nýggjan starvsfelaga, ið fer at starvast í okkara køli- og frosttoymi. Saman við tínum starvsfelagum tryggja tit at vit altíð hava ein innbjóðandi handil, og at vørur altíð eru í køli- og frystiboksunum.
Vit vænta
At tú ynskir at veita góða kundatænastu
At tú gongur høgt uppí, at handilin sær snøggur út
At tú hevur góð samstarvsevni, samstundis sum tú arbeiðir sjálvstøðugt og miðvíst
At tú ert løtt/lættur av lyndi
At tú ert ikki bangin fyri at biðja um hjálp, eins og tú altíð ert fús/ur at hjálpa
At tú kanst byrja í starvinum í juni/juli 2024, ella eftir nærri avtalu
Vit bjóða tær eitt spennandi starv, ið gevur tær møguleika at menna tíni handilsligu evnir, og har eingir dagar eru líka.
Talan er um fulltíðarstarv. Arbeiðstíðin er allar dagar í vikuni, uttan sunnudag. Mesta arbeiðstíðin liggur ímillum kl. 8-16 gerandisdagar. Tá arbeitt verður leygardag, hevur tú frí onkran annan dag í vikuni.
Um tú vilt byrja eitt nýtt kapittul í tínum arbeiðslívi?
Hevur tú spurningar, so ring til deildarstjóran Thomas Kromann á tlf. 21 25 31
Umsókn skal sendast til: tk@fk.fo
ella
FK Hoyvík
Postboks 349
FO-188 Hoyvík
Att.: Thomas Kromann
Umsóknarfreistin er 26. mai 2024.
Vit viðgera umsóknirnar so hvørt tær koma inn.
Comments are closed