Umhvørvi
Veðurlagsgass forða jørðini í at anda
Sólargeislar raka jørðina og hita hana upp. Umleið 70% av hitanum verður upptikin av havinum, jarðarlendinum og av lofthválvinum. Eini 30% av hitanum frá sólini verða send beina leið út í rúmdina aftur. Útlátið av CO2 og øðrum vakstrarhúsgassi forðar hitanum frá sólini at sleppa út í rúmdina aftur.
Øktur miðalhiti, glopraregn og víðfevndar
veðurlagsbroytingar eru ein avleiðing!
2009 er árið har føroyingar seta alheims veðurlagsbroytingarnar fremst á bredda. Sum brúkarafelagsskapur við flestu føroysku húskjum sum limum, sær FK tað sum sína skyldu at vera við til at kunna um hesi viðurskifti. Umhvørvi, náttúra og heilsa viðkemur okkum øllum, og hesi verða aðaltáttur í teimum evnum, ið vit fara at umrøða í brúkarahøpi í hesi eins væl og í komandi útgávum av FK-blaðnum. Spurningurin um CO2-útlátið er meira átrokandi enn vit geva okkum far um!
Virkisætlan at minka um útlátið av veðurlagsgassi
Stutt fyri jól legði Umhvørvisstovan fram eina virkisætlan, ið skal minka útlátið av veðurlagsgassi í Føroyum. Í hesi virkisætlan, sum ber heitið Skjótt syftir seiðir og tunga takið verða nevndir fýra høvuðsbólkar í føroyska samfelagnum, sum brúka fossil brennievni, og tískil standa fyri at kalla øllum veðurlagsgassi, sum føroyingar lata út í umhvørvið.
Útlátsbólkarnir eru Sethús og bygningar, Ferðsla og flutningur, Skip og onnur vinna, umframt Orkuveiting.
Aðalmálið við virkisætlanini er at minka útlátið av CO2 í Føroyum við 35% fram til 2020. Hetta mál byggir á, at veðurlagssáttmálin hjá ST eisini fevnir um Føroyar, og at roknað verður við einum altjóða kravi um 20-30% minking í CO2-útlátinum í mun til 1990. Í dag liggur føroyska CO2-útlátið umleið 11% oman fyri útlátið í 1990 (t.e. umleið 750 tús. tons í mun til 674 tús. tons í 1990).
Heimsins lond fylgja væl við gongdini, og við Kyoto-sáttmálanum hava londini bundið seg til at minka um útlátið av CO2, men enn er óvist, hvussu stóra minking londini fara at binda seg til. Norðurlond arbeiða miðvíst fyri at fáa í lag eina bindandi avtalu undirskrivaða á veðurlagsráðstevnuni, sum verður í Keypmannahavn í desember í ár.
CO2-útlátið ger tað heitari á jørðini
Staðfest er vísindaliga, at útlátið av veðurlagsgassum, har ímillum CO2, hevur ávirkan á hitajavnvágina á jørðini.
Við framkomnari teldutøkni hava vísindafólk roknað seg fram til, at síðan 1880 er miðalhitin á jørðini hækkaður við 0,7°C. Um gongdin verður tann sama sum higartil, kunnu vit vænta, at miðalhitin á jørðini fer at hækka við millum 3 og 6 °C áðrenn 22. øld er runnin.
Ein tann týdningarmesti tátturin í royndunum at byrgja fyri so ógvusligum hitabroytingum á jørðini er at vit royna at brúka minni av fossilum brennievni (t.e. serliga olja og kol).
Veðurlagið og hitajavnvágin á jørðini hava altíð verið skiftandi. Men orsøkirnar til hetta eru nógvar og kunnu vera enn fleiri. Tó eru vísindafólk rættiliga samd um, at tær stóru nøgdirnar av dálkandi evnum (gassum), ið standast av at fossil evni (olja, kol o.tíl.) verða brend, hava sín stóra leiklut í teimum markantu broytingunum í hitalagnum á jørðini, serstakliga hesi seinastu 50 árini.
Tá ið fossil evni, so sum olja og kol verða brend og umgjørd til orku, gera tey CO2. CO2 dálkar loftrúmið og hevur við sær, at hitin frá sólini sleppur ikki út í rúmdina aftur. Hetta er tann sonevndi vakstrarhúsvirknaðurin.
Kunnu vit gera nakað?
Vit kunnu gera heilt nógv til tess at minka um útlátið av CO2. Vit kunnu seta sum mál at minka um okkara part av útlátinum. Vit mugu royna at leggja gerandisdagin soleiðis til rættis, at vit, tá ið saman um kemur, brúka minni av termiskari orku, t.e. olju og bensini. Umframt at hava við sær minni CO2-útlát, kunnu vit spara fitt av peningi.
Bjálving og virknari oljufýr
Umleið 30% av føroysku oljunýtsluni verða brúkt til at hita hús við. Góðir møguleikar eru tískil at minka munandi um CO2-útlátið fyri henda bólkin av brúkarum. Í virkisætlanini “Skjótt syftir seiðir”, sum Umhvørvisstovan og Innlendismálaráðið hava latið gera, verður víst á, at til ber at spara upp í 30% av orkunýtsluni. Hetta kann verða gjørt við serligum reglum og vegleiðingum um bygging, bjálving og oljufýreftirlit. Serliga áhugavert er hetta hjá teimum, ið skulu undir at byggja nýtt, men eisini verandi húsaeigarar kunnu við fyrimuni minka um orkunýtsluna í sambandi við upphiting. Gomul oljufýr, ketlar og kaminur eiga at verða eftirhugd við tí fyri eygað at økja um teirra virkni. At bjálva við gardinum fyri vindeyguni, tá ið myrkt er, ger eisini mun.
Minka um ferðina á akførum
Í virkisætlanini hjá Umhvørvisstovuni verður víst á, at orkunýtslan er minst, tá ið ferðin á akfarinum er jøvn, millum 50 og 70 km/t. Økist ferðin upp í 90 km/t veksur orkunýtslan 10% fyri persónbilar og 25% fyri tung akfør.
Av stórum týdningi er at menna felagsferðsluna soleiðis at fólk veruliga fáa eitt alternativ til persónbilin. M.a. verður mælt til at gera tað ókeypis hjá fólki at ferðast við Bygdaleiðum og Oyggjaleiðum.
Leave a reply
Du skal være logget ind for at skrive en kommentar.