Uppskriftir
Saltaðar mandlur
Saltmandlur eru skjótar at gera. Tær kunnu latast í eitt nú salat, ella sum ein skjótur munnbiti, tá svongdin byrjar at gera um seg.
Tilfar
- 200 g mandlur
- 125 g salt
- 5 dl vatn
Soleiðis gert tú
Kóka vatnið upp, og rør saltið í, til tað er upployst.
Lat mandlurnar í grýtuna, og lat tær liggja í saltaða vatninum í 20 minuttir.
Legg mandlurnar á eina bakiplátu og baka á 175 hitastigum í 15 minuttir. Vend mandlunum nakrar ferðir.
Væl gagnist!
Comments are closed