Uppskriftir
Søtar mandlur
Søtar mandlur, brendar mandlur, karamelliseraðar mandlur. Mong eru heitini, men angin er tann sami. Angin av jól.
Hendan uppskriftin í mikrovni er bæði skjót og løtt, og úrslitið verður líka gott hvørja ferð.
GG: Brúka eina skál, ið tolir at fara í mikroovn.
Tilfar
- 200 g mandlur
- 2 dl sukur
- 1,5 dl vatn
Soleiðis gert tú
Lat mandlur, sukur og vatn í eina stóra pannu.
Kóka spakuliga til sukurið er upployst.
Skrúva upp fyri hitanum, tá sukurið er upployst.
Tá lakin gerst tjykkri, skalt tú røra í allatíðina, inntil allar mandlurnar eru dekkaðar við einum lagi av sukuri.
Legg mandlurnar á eina bakiplátu klædda við bakipappíri, og lat tær kølna.
Væl gagnist!
Comments are closed