Tíðindi, Uppskriftir
Sitrónfromasja við rómaskúmi, frískum hindberum og lakresspulvuri
Tilfar
- 4 bløð av húsblassi
- 3 egg (hitaviðgjørd)
- 100 gr. av sukri
- Skalið av 2 vistfrøðiligum sitrónum
- 1/2 dl. av nýpressaðari sitrónsaft
- 3 dl. av róma at píska
- Hindber og lakresspulvur at pynta við
Soleiðis gert tú
Bloyt húsblassið 10 minuttir í køldum vatni.
Tak húsblassið úr vatninum og smelta tað við lágum hita í lítlari grýtu.
Píska egg og sukur saman til tað er ljóst og lætt.
Blanda smeltað húsblass, sitrónskal og sitrónsaft saman og rør tað í pískaðu eggini og sukrið.
Píska róman til skúm og vend hann varliga í eggjablandið.
Koyr sitrónfromasjuna í 4 gløs ella í stóra skál. Fromasjan skal standa í kulda í minst 4 tímar.
Áðrenn tú borðreiðir, pynta fromasjuna við rómaskúmi, frískum hindberum og stroy eitt sindur lakresspulvuri á.
Comments are closed