FK tíðindi, Kunning, Tíðindi
22.000 kr. til krabbameinssjúk børn
Nú føroyska Rynkeby toymið fer av landinum í morgin, súkklaðu tey framvið FK í Hoyvík, har marknaðarleiðarin hjá FK Bo Møller handaði teimum ein kekk á 22.000 kr. fyri seldar djúspakkar.
Tað byrjaði við at børn við krabbameini, ið liggja á ríkissjúkrahúsinum, kundu fáa sína egnu tekning á smáar djúspakkar hjá Rynkeby. Matvøruketan Irma kom upp í samstarvið og tankin var, at børnini skuldu lata tekningar, Rynkeby skuldi lata pakkitilfar og djús og Irma skuldi selja. Alt, uttan at nakar fekk vinning og allur ágóðin skuldi fara aftur til børn við krabbameini.
Føroya Keypssamtøka fekk frænir av samstarvinum og setti seg í samband við Faroe Ship um ókeypis flutning til Føroya. Har var leyst og liðugt beinan vegin og so komu djúspakkarnir í allar FK handlarnar. Soleiðis hevur tað verið seinastu árini, og soleiðis er aftur í ár.
Nú, tá ið føroyska Rynkeby toymið fer undir sítt átak at súkkla til París, er sølan fyri í ár gjørd upp, og tí kundi FK í dag handa Rynkeby Føroyar ein kekk áljóðandi 22.000 krónur til innsavningina.
Aksel Haraldsen, talsmaður fyri føroyska Rynkeby toymið, tók ímóti kekkinum og var sum vera man fegin.
– Eg vil gjarna takka FK fyri hendan eyka stuðulin, tit eru longu frammanundan gullstuðul hjá Rynkeby toyminum, og so kemur hetta afturat, tað eru vit sera glað fyri, segði Aksel Haraldsen.
Leave a reply
Du skal være logget ind for at skrive en kommentar.