FK tíðindi, Tíðindi, Umhvørvi
Sølan av Fairtrade-vørum økist alsamt
Í fjør vaks sølan av Fairtrade-vørum við 15 % í Coop-samtakinum. Síðan 2008 er sølan vaksin við 92 %. Málið hjá Coop var annars at tvífalda søluna av Fairtrade-vørum í hesum tíðarskeiði. Ikki kann sigast annað enn, at stutt er eftir á mál.
Ymsu handilsketurnar í Coop hava alla tíðina havt eyguni eftir Fairtrade-vørum og tær hava stuðlað fleiri Fairtrade-átøkum, eitt nú við at lýst hevur verið við Fairtrade-vørum í tilboðsbløðunum. Hetta hevur eisini verið galdandi í FK, har úrvalið av Fairtrade-vørum er í støðugum vøkstri.
Fairtrade er við til at skapa vælferð og framburð hjá meira enn einari millión av bóndum og plantasjueigarum í Asia, Afrika og Suður- og Miðamerika.
Bøndurnir fáa rættvísari gjald fyri sínar vørur, og teir gera íløgur í betri heilsuviðurskifti, útbúgving og framleiðsluviðurskifti.
Endamálið við Fairtrade er at avmarka fátækradømi, og at geva bóndunum betri umstøður og møguleikar at ráða sær sjálvir. Eisini er endamálið at fara so væl um umhvørvið, sum til ber, tá ið vørur verða framleiddar.
Leave a reply
Du skal være logget ind for at skrive en kommentar.